Búmerkið hjá felagnum

Tíðindi .

Jólatræ í Húsavíkar kommunu

 

Jólatræi í Húsavík verður tendra 1 sunnudag í advent kl 16.00. Jákup Reinert, prestur, sigur nøkur orð.

Aftaná verður ein kaffimunnur við onkrum søtum í Sólarris og børnini fáa ein lítlan pakka.

 

Jólatræi í Dali verður tendra 1 sunnudag í advent kl 17.00. Jákup Reinert, prestur, sigur nøkur orð.

Aftaná verður ein kaffimunnur við onkrum søtum í  Eiriksgarði og børnini fáa ein lítlan pakka

 

Verði hjartaliga vælkomin 

Hava tit trupulleikar av regn/yvurflatuvatni?

Fleiri borgarar hava boða frá trupulleikum av regnvatnið (vatn ið ikki er leitt vekk) og vit í bygdaráðnum eru samd um, at gera eina roynd, at loysa trupulleikan. 

Til tess at fáa eitt samla yvirlit yvir, hvussu stórur (ella lítil) samlaði trupulleikin er, fara vit at heita á allar borgarar í kommununi, sum hava ampa av hesum, um at seta seg í sambandi við borgarstjóran við eini lýsing av trupulleikanum. 

Hetta kann gerast við at skriva til borgarstjorin@husavik.fo ella ringja 218717

Umsjónarmaður settur í starv.

 

Á kommunustýrisfundi fyrr í ár, var meiriluti fyri, at seta ein umsjónarmann og mánadagin 8 sep var Magnus Vinjardsson settur í starv.

 

Høvuðsuppgávurnar hjá umsjónarmanninum verða, at halda bingjuplássi í Dali opið og hyggja til rottufellurnar. Aftrat hesum, kunnu væntast fleiri smærri fyrifallandi uppgávur.  

 

Vit ynskja Magnus hjartaliga vælkomnan.