Búmerkið hjá felagnum

Barnaverndartænastan.

Sandoyar barnaverndartænasta

Sandoyar Barnaverndartænasta er eitt samstarv millum allar kommunurnar í Sandoyar sýslu, og er skipað við eini barnaverndarnevnd, mannað við einum umboði úr hvørjari kommunu, og eini samstarvsnevnd, mannað við borgarstjórunum í øllum kommununum.

Sandoyar Barnaverndartænasta arbeiðir eftir Barnaverndarlógini, og tað starvast 2 fólk í tænastuni. Sandoyar Barnaverndartænasta húsast á Skúlavegi 3 í 230 Húsavík, og hevur fasta skrivstovutíð gerandisdagar frá klokkan 8 til klokkan 12. Telefonnummarið er 361024. bvtsandoy@bvtsandoy.fo

Leiðari á barnaverndartænastuni er Kristina J. á Reynatúgvu sum er í farloyvi í løtuni. Í hennara stað er sett Ròðhild Winther sum røkir farloyvisstarvið inntil Kristina kemur aftur. 

Umframt leiðaran er ein málsviðgerði í starvið og eitt skrivstovufólk sum í løtuni er í barnsburðarfarloyvi. 

Leiðarin hevur telefonnummar 288024 og vakttelefonin  281024 svarar alt samdøgni um bráfeingis tørvur er á hjálp.