Búmerkið hjá felagnum

Borgari.

Húsavíkar kommuna er ein av teimum smáu kommununum í landinum við færri enn 120 borgarum.

Hóast lítil kommuna, stremba vit móti at verða ein góð kommuna fyri allar okkara borgarar, stórar sum smáar. 

Eitt ið er sermerkt fyri okkara kommunu, fyriuttan at verða sera náttúruvøkur, er ein sera barnavinarlig mentan. Tað eru fáa løtur í, tað verði seg til gamans ella álvara, at børnini ikki eru boðin við og eru ein partur av felagsskapinum. 

Áin, sandurin, mølin ella suggan gerða, at spæliplássi er beint í túninum og friðarliga umhvørvið, ið ikki er ljóðdálkað av tungídnaði gerð, at barnaláturin, og stundum eisini gráturin, hoyrist innum húsavegg. 

Søgan um bygdina Húsavík gongur líka langt aftur, sum tað hava búð fólk í Føroyum. Nógv av hesum er varveitt, og eru heilir býlingar í Húsavík útlagdir sum antikvariskt áhugavert, sum ber í sær, at eldru býlingarnir verða ikki broyttir. Á Skarvanesi stendur einasta mylla í landinum og í Dali er klangurin av malagrótið sum slær móti hvørjum øðrum í briminum, eyðkendur. 

Tað er heldur onki ið bendur á, at tungídnaður kemur í kommununa, tá onki øki er avsett til tess, og tað er heldur onki ynski um tað - tann ið flytur í kommununa, kann kenna seg rímiliga vissan í, at tungídnalur kemur ikki her - vit vilja varveita tað vakra.