Bygdir.
Húsavík
Húsavík, nevnd í Hundabrævinum, er 31 merkur. Av teimum eru 26 merkur festijørð, sum hava ein festara, og 5 merkur eru óðalsjørð. Áseyðatalið er 641. Í Húsavík búgva 61 fólk.
Eitt eyðkenni í bygdini er tann umleið 10 km langi bøgarðurin. Her búði Húsfrúgvin í Húsavík, tann ríka og valdmikla Guðrun Sjúrðardóttir, og tað sigst um hana, at hon endurreisti bygdina eftir svartadeyða. Ymisk fornfrøðilig merki stava frá henni. Við víkina, sum vendir eystureftir, sæst ein umleið 500 m langur sandur við tveimum trunkum av avgomlum gróthúsum, kallað á Tumbakka.
Kirkjan í Húsavík, sum er frá 1863 og laðað úr gróti og flagtakt, er fyri ein part opin upp í tróðrið og hevur træbeinkir. Hon er hvítkálkað uttan og innan. Eftir at hon var varisliga umvæld, varð kirkjan tikin aftur í nýtslu í 1991 við nýggjari altartalvu eftir Sven Havsteen-Mikkelsen. Til ber at fara á vitjan í kirkjuni, við at at trýsta her
Í 1943 varð ungmannafelagið Sólarris stovnað við egnum húsi, sum enn hýsir einum stórum parti av felagslívinum í bygdini. Húsavík fekk nýggja bátahavn í 1980-árunum, sum J&K Petersen Contractors bygdu saman við Tróndi Patursson, sum stóð fyri listaverki á havnarlagnum við evni av sjónum.
Dalur
Dalur er 23 merkur. Av teimum er 1 mørk festijørð, sum ein festari hevur, og 22 merkur eru óðalsjørð. Áseyðatalið er 793. Í Dali búgva 34 fólk.
Sermerkt fyri bygdina er tað nógva malargrótið í fjøruni. Dunið hoyrist týðiliga frá grótinum, tá ið aldurnar bróta tvørtur um tað. Bygdin hevur eina lítla bryggju, og vegur er til Húsavíkar. Í 2022 var tunnil úr Húsavík skotin hálva leið ígjøgnum.
Dalur fekk kirkju í 1957. Hon er bygd úr timbri á steingrund. Altartalvan, sum vísir kvøldmáltíðina, er eftir Ernst Trier úr Vallekilde og er frá 1960.
Dalur hevur fostrað nógvar kvæðakempur og góðar dansarar. Í bygdini er dansifelag og dansistova.
Fyrr var Dalur ein av teimum fáu bygdunum, har kópaveiða var týðandi partur av búskapinum, kópur varð veiddur við nót t.d. á Skerhellum.
Skarvanes
Skarvanes er 12 merkur; 1 mørk, 15 gyllin og 5 skinn eru festijørð, sum ein festari hevur, og 10 merkur og 15 skinn eru óðalsjørð. Áseyðatalið er 495. Á Skarvanesi búgva 10 fólk.
Tað ber til at fylgja búsetingini á Skarvanesi aftur í 16. øld. Fjøran í bygdini er eyðkend av nógvum reka og strandvarpi.
Eingin kirkja er í bygdini, og skúlin frá 1935 er niðurlagdur.
Sum gott sólarpláss var Skarvanes eitt tað besta kornplássið í Føroyum, og kornmylla stóð í mataránni. Myllan er nú friðað sum mentanarligt minnismerki.
Sjálvlærdi málarin Díðrikur á Skarvanesi við sínum mongu fuglatekningum er ein av fyrstu listamonnum Føroya. Fimm av málningum hansara eru varðveittir og eru til sýnis í Listaskálanum í Havn.