Nýggi kirkjugarðurin í Húsavík verður vígdur.
Kunning og innbjóðing til døgara í sambandi við vígslu av kirkjugarðinum í Húsavík.
Sunnudagin tann 8 nov, beint eftur kirkjugongd, verður kirkjugarðsvígsla í Húsavík, har nýggji kirkjugarðurin verður tikin í nýtslu.
Tað eru Húsavíkar kommuna og kirkjan í Húsavík, ið skipa fyri kirkjugarðsvígsluni. Vígslan byrjar við gudstænastu í Húsavíkar kirkju, har Havstein Klein prestur prædikar og beint eftir verður vígslan.
Vígslan byrjar við, at sungin verður ein sálmur, meðan gingið verður runt í nýggja kirkjugarðinum. Síðani lesur prestur tekstbrot úr bíbliuni og biður eina bøna bøn. Eftir hetta verður kirkjugarðurin vígdur og enda verður við einum sálmi.
Eftir vígsluna verður kirkjuliðið bjóðað til døgara í Sólaris.
Vit vóna at síggja tykkum øll, men av praktiskum ávum verða tit, ið ætla tykkum at koma til døgaran, biðin um at boða frá luttøku, í seinasta lagið leyðardagin 7 nov á middegi.
Hetta verður gjørt við at ringja til borgarstjóran á 292601 ella 218717
Vælkomin