Sandoy Hálvmaraton ókeypis fyri borgarar í Húsavíkar kommunu .
Sandoy Hálvmarathon og Húsavíkar kommunu hava gjørt avtalu um, at Húsavíkar kommuna bjóðar øllum sínum borgarum, at luttaka ókeypis til Sandoy Hálvmarathon 2027.
Komandi ár verður Sandoy Hálvmarathon 15 mai og er hetta eitt tiltak ið bara gerst betur sum royndirnar vaksa.
Talan er um eitt tiltak, sum bæði er sunt, sosialt, savnandi og øll kunnu verða við óansæð aldur og kondital. Fyri okkum í kommununi síggja vit hetta sum eitt trivnaðartiltak sum vit fegin vilja eggja øllum okkara borgarum at taka lut í.
Øki rundanum slík tiltøk er ein fest í sær sjálvum við undirhaldi fyri ung, eldri og øllum har í millum og gransking vísur, at luttøka í slíkum tiltøkum, ikki bara stimbrar likam, tað er eisini gott fyri sálina.
Nú bygdarráði hevur samtykt at borgarar í Húsavíkar kommunu luttaka ókeypis, er als ongin grund at setast aftur.
Tit melda tykkum til við at ringja 508023 ella skriva til altevents@altevents.fo
Góðan túr verður ynskt øllum ið fara.
Á myndini eru umboð fyri Sandoy Hálvmarathon og borgarstjórin, sum fegnast um avtaluna og síggja fram til eitt gott samstarv og gott tiltak.