Móttøka .
Barnaverndartænastan í orshavnar kommunu bjóðar til móttøku í sambandi við at samstarvsavtala er undirskriva.
Kæru samstarvsfelagar og borgarar í Sandoyar Sýslu
Hósdagin 17. september 2026 kl. 15.00 – 17.00 bjóðar Barnaverndartænastan í Tórshavnar kommunu til opið hús í kommunuskrivstovuni á Sandi.
Tiltakið er í sambandi við, at Sandoyar og Skúvoyar kommunur hava undirskrivað samstarvsavtalu við Tórshavnar kommunu. Sambært avtaluni umsitur Barnaverndartænastan í Tórshavn málini hjá
Barnaverndartænastuni í Sandoyar Sýslu frá 1. apríl 2026 at rokna.
Skrá
Tá fólk eru møtt, umleið kl. 15.15, verður farið undir skránna:
• Vælkomin
• Kunning um samstarvsavtaluna - Stýrið fyri Barnaverndartænastuna í Sandoyar Sýslu
• Kunning um virksemi hjá BVT Tórshavn og kunning um fyribyrgjandi arbeiði, dagstovna- og skúlasamstarv og SSP Barnaverndartænastan í Tórshavnar kommunu
Starvsfólk frá Barnaverndartænastuni í Tórshavnar kommunu eru við til móttøkuna og kaffi og kaka
verður at fáa.
Allir borgarar í sýssluni eru vælkomin
Vinarliga
Kristina Háberg, deildarleiðari
Barnaverndartænastan í Tórshavnar kommunu