Dalstunnilin opin .
Dalstunnilin er nú opin fyri almennari ferðslu. Hann varð alment latin upp í allarfagrasta veðri í Dali seinrapartin leyðardagin 18 juli. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum og borgarstjórin í Húsavíkar kommunu hildu bæði røðu, og tey skóru eisini bandið, tá Dalstunnilin varð latin upp.
Tað er onki at taka seg aftur í, at leyðardagurin 18 juli 2026 var ein stórhending í Húsavíkar Kommunu, tá Dalstunnilin alment var tikin í brúk.
Lokal mettu, at eini 6 - 700 fólk vóru við tunnilsmunnan tá bandið var skorið og allan dagin streymaðu fólk til Dals, at ynskja okkum tilukku við tunnlinum og at hátíðarhalda dagin saman við okkum.
Á einum slíkum degi er altíð ávísur spenningur um, hvør skal verða fyrsti bilur gjøgnum tunnilin - til hetta endamálið var heitt á Sjúrður Nolsøe, sum í ein mannsaldur hevur koyrt skúlabørnini í Dali í skúla, at taka fyrsta túrin gjøgnum tunnilin saman við øllum børnunum í bygdini. Sjúrður tók av og børnini fegin.
Honum á baki kom Turid Johannesen, elsta dama í bygdini. Við sær í bilinum hevði Turid, Lonu Niclassen (101 ár) og systrina Gnippu Nólsoy (90 ár) sum eru elstu dalbingar. Í hesum góða selskapi var eisini Anfinn Johannesen (79 ár) sum í 40 ár hevur arbeitt hjá landsverk. Hóast at tað ikki kann sigast at hesi eru í lívsins vári, sáðst onki til tað, hendan dagin tey spákaðu sum unglingar í bygdini og hátíðarlildu dagin, saman við bygdarfólkinum.
Á degnum vóru hildnar tvær røður, landsstýrismaðurin í samferðslumálum helt aðra og borgarstjórin í Húsavíkar kommunu hina.
Talan hjá borgarstjóranum er her endurgivin.
---
Góðu gestir og góðu dalbingar.
Í dag er ein sannur hátíðardagur í Húsavíkar kommunu, og vegna kommunustýrið vil eg bjóða tykkum øllum hjartaliga vælkomnum at hátíðarhalda henda serliga dag saman við okkum.
Hetta er ein dagur, sum nógv hava droymt um í mong ár. Ein dalskona segði við meg eftir venjingina fríggjadagin, at tey gleddu seg meira til hendan dagin enn børn til jóla. Og tá eg hugdi uppá hana, sá eg at hon meinti tað so hjartaliga.
Hetta er ein dagur merktur av takksemi og vón. Tí hetta snýr seg ikki bara um at lata upp ein tunnil millum tvær smáar bygdir. Hetta snýr seg um at skapa sambond, styrkja samanhald og binda fólk og samfeløg tættari saman.
Í áratíggju hevur Dalsbergið verið ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá teimum, sum búgva í Dali. Tey kenna hvørt sving, hvørt víkipláss, hvørt rulluportur og hvørt hol í vegnum. Vit hava øll upplivað dagar, har leiðin hevur verið meira avbjóðandi enn hugnalig, og dagar, har skúlabørn hava fingið frí, tí ikki var koyrandi.
Ein dagin, tá eg var í Dali, kom eg í prát við ein lítlan drong. Vit stóðu við svørtutalvu, og prátið fall á tunnilin. Eg segði honum, at man fór at kunna súkkla gjøgnum tunnilin.
Eyguni glógvaðu, og hann spurdi: „Vil tað siga, at eg kann fara til Húsavíkar at krógva meg, um vit spæla krógva-og-blunda?“
Eg svaraði, at ja, tað kundi hann. Tí við tunnlinum verður frástøðan millum Húsavík og Dal ikki nógv størri enn millum Uttastovu og bakaríið á Sandi.
Uttan sjálvur at vita tað, hevði hesin lítli drongurin skilt nakað sera týdningarmikið. Infrastrukturur er ikki bara asfalt, betong og tunnlar. Infrastrukturur snýr seg um fólk. Hann snýr seg um at gera tað lættari at vitja vinir, ommur og abbar, fara í skúla, til arbeiðis ella til ítrótt. Hann snýr seg um samband millum menniskju.
Og fyri henda drongin merkti tunnilin nakað heilt einfalt og vakurt: møguleikan at fáa fleiri vinir og fleiri at spæla saman við.
Allastaðni í heiminum eru smá samfeløg og bygdir undir trýsti. Ung flyta burtur, tænastur hvørva, og frástøðurnar kennast stundum størri enn tær í veruleikanum eru.
Fyri stuttum høvdu borgarstjórarnir í Sandoynni vitjan av lokalpolitikarum úr skotsku oyggjunum. Umstøðurnar hjá teimum líkjast á mangan hátt okkara, men á einum øki vóru tær heilt øðrvísi.
Tey vóru ovfarin av, at internet, vatn, streymur og vegakervi í føroysku bygdunum eru á sama støði og fyri sama kostnað sum í miðstaðarøkinum. Soleiðis er ikki hjá teimum, har tænasturnar ofta eru bæði verri og dýrari, tá tær skulu veitast langt frá størri miðstaðarøkinum.
Tað minnir okkum á nakað týdningarmikið.
Eitt samhaldsfast samfelag er meira enn høgt skattaprosent og nógvar almennar tænastur. Eitt samhaldsfast samfelag er eisini eitt samfelag, sum er sinnað at byggja undirstøðukervi til alt landið, uttan at rokningin verður send teimum, sum búgva uttast.
Tað er ikki nokk at vita, hvat ting kosta. Skal eitt samfelag veruliga kallast samhaldsfast, má tað eisini vita, hvat ting eru verd.
Kostnaðurin av undirstøðukervinum er stórur. Men virðini vit skapa, enn størri. Tað er gjøgnum góðar samferðsluloysnir, at vit kunnu varðveita bygdirnar, bygdalívið og møguleikan at búgva kring alt landið.
Tí líla bygdin er verd at varðveita.
Tað er í lítlu bygdini, at vit kenna hvønn annan. Tað er har, ættarliðini møtast og læra hvør av øðrum. Tað er har, nógv av okkara mentan verður skapt, livd og borin víðari.
Í er í Dali og úti á bygd at man ferð í skorðarnar og hevur seyðahaldi uttan at nøkur kost-bennefit analysa er gjørd fyrst, tað er her, at nógv av tí serføroysku mentanini framvegis livir. Tað er í Dali, at dalbingar hava sín samleika. Hesin samleikin og hesin mátin at liva uppá, eru hótt av tí hugmynd, at alt skal verða rationelt á xl-arkinum og hava yvirskot í eina kost-benefitanalysu. Hesin tunnilin er við til at tryggja, at bygdamentanin og bygdasamleikin kann liva víðari.
Tí hetta er ikki bara ein íløga í ein tunnil. Hetta er eisini ein íløga í føroyska bygdamentan, í okkara søgu og í okkara felags tilvit um, hvat ting eru verd.
Fyri okkum í kommununi er tað serstakt, at báðir tunnilsmunnarnir liggja í Húsavíkar kommunu. Hetta styrkir Dal, og hetta styrkir alla kommununa og gerð Húsavíkar Kommunu størri.
Hvussu framtíðin verður, kunnu vit ikki vita við vissu. Men vit hava alla orsøk at vera bjartskygd.
Tunnilin gevur fólki møguleika at búgva, har tey hava røtur, samstundis sum atgongdin til útbúgving, arbeiði og tænastur verður lættari.
Fyritreytirnar fyri vinnu, samstarvi og menning eru nógv betri enn áður. Og tá framtíðin skal skipast, eiga vit ikki at vera pírin í okkara hugsanum.
Smáar bygdir hava eisini uppiborið stórar dreymar og stórar ambitiónir og tað er mín vón at vit í Føroyum ongantíð missa úr eygsjón tað virðið, sum liggur í tí lítla - virðið í tí lítlu bygdini.
Eg fari ay takka øllum teimum, sum hava verið við til at gjørt hendan dagin møguligan.
Takk til Landsverk, sum byggir landið saman. Takk til ungdómin í kommununi, sum hevur hjálpt til við at fríðka um. Takk til bygdarfólkið í Dali, sum hevur riggað til og lagt nógv arbeiði í dagin, hetta hevði ikki borði til uttan tykkara íkast – eg fari ikki at nevna nøvn, tit vita hvørji tit eru – takk.
Til endans vil eg ynskja okkum øllum – hjartaliga tillukku við tunnlinum. Má hann verða til gagns og gleði fyri komandi ættarlið og má guds ríka signing, fylgja okkum á leiðini
Takk fyri.
---
At Dalstunnilin er tikin í brúk ber í sær, at vegurin um Dalsberg verður niðurskipaður. Landsverk ferð í næstum at skelta við vegin við boðum um, at hann verður ikki viðlíkahildin, onki vetrarhald verður hildi og at hann bara verður opin fyri persónbilum og bleytum trafikantum. Hetta vil eisini siga, at landsverk ikki longur hevur ábyrgdina av trygdini á vegnum, og at tað er uppá "egna rokning", at vit fara í Dalsberg.
Myndir: Johild Grothsdóttir Nolsøe