Tilbúgving.
Samstarvsavtala um tilbúgving undirskriva
Í dag, tann 7 juli 2026, er avtala undirskriva millum Sands- og Húsavíkar kommunu um tilbúgving.
Hetta er tann seinasta, í eini røð av samstarvsavtalum, sum Sands Kommuna og Húsavíkar Kommuna hava tikið saman hendur um.
Tað er mong ár síðani, at samstarv um stovnstilboð kom í lag, og seinastu mongu árini hava kommunurnar hava felags barnaskúla heima á Sandi.
Samstarva hevur eisini verði um fleiri smærri økir, t.d. sleppa borgarar í Húsavíkar kommunu av við mold, gras og greinar inni í Sandarhaganum og fyrst í árinum, var samstarvsavtala millum Skúgvoyar-Sands og Húsavíkar kommunu skriva um rottutilbúgving, og aktingarmaður var settur í starv.
Tilgongdin at skipa samstarvsavtalu um tilbúgving hevur kraft nakað av fyrireiking og tað er serliga tilbúgvingarleiðaran í Tórshavnar sløkkiliðið tilbúgvingarleiðarin í Húsavíkar kommunu sum hava haft tann praktiska partin av hesum um hendi.
Tá farið verður undir slík samstørv, er av alstórum týdningi, at útgerðin hjá øllum pørtum kann “tosa” saman og er í eins góðum standi.
Fyri at náa hesum málið, var neyðugt við eini íløgu á umleið 570.000 kr og raksturin framyvir fer frá 30.000 til 80.000 árliga. Hetta var játta í dec tá fíggjarætlanin var til viðgerðar, og var tað eitt samt kommunustýrið sum helt hetta verða eina góða íløgu.
Fríggjadagin tann 10 juli verður stóra venjingin í Dalstunlinum, sum eisini er generalprøvin í mun til, um tunnilin lýkur trygdarkrøvini og kann læta upp fyri almennari ferðslu tann 18 juli.
Hetta verður slóðbrótandi fyri kommununa og vit gleðast øll.