Bakkaverjan avhenda kommununi..
Á ástaðarfundi ein illveðursdag í mars 2025 vóru tá, rímiliga nývaldu kommunustýrislimirnir og hugdu eftir bakkanum, frá har sum verjan endaði, fram til Deildarhornið.
Skilligt var, at íløgurnar sum kommunan hevði gjørt í kloakk, streym og samskiftiskaðalar vóru hóttar, tí bakkin var illa farin av brimi og um ikki stig vóru tikin at tryggja bakkan beinanvegin, var vandi fyri, at íløgurnar fóru fyri skeytið.
Samtykt var at fara undir at tryggja bakkan, og biði var um tvey tilboð og tikið var av tilboðnum Tummas Paula Olsen.
Tað er onki at taka seg aftur í, at tá laging umræður, verður Tummas Pauli ikki tikin, og nú hann hevur avhenda arbeiði til kommununa, er ikki bara talan um, at kommunan hevur fingið eina bakkaverju, men eisini at fríðka er um kommununa.
Næsta stigið er at byggja verju so at rættin kann gerast aftur til príðis fyri bygdina og eisini fyri at varveita mentanararvin í Húsavík. Ástaðarfundur hevur verði og fundurin vísti, at stórur áhugi er málinum. Umbønin ið send er náttúrufriðingarmyndugleikunum biður um loyvi til at tryggja framvið rættina og víðari suður móti havnini. Lokala friðingarnevndin hevur, við ávísum treytum játta, og málið liggur nú hjá yvirfriðingarnevndini.