Búmerkið hjá felagnum
25. jun. 2026

Drekkivatnið í Húsavíkar bygd .

Vatnið má kókast áðrenn tað verður drukki.

DAGFØRING: VATNI ER REINT AFTUR 

 

Góðu borgarar í Húsavíkar bygd.

Kommunan er farin undir at løggilda drekkivatni í Húsavík og í Dali og í tí sambandi verða fleiri vatnroyndir tiknar og arbeitt verður við at gerða mannagongdir, sum hava til endamáls at tryggja, at okkara drekkivatn lýkur øll krøv.

 

Í tí sambandi eru verða royndir tiknar, og alt hevur verði fínt, men í dag var ringt frá Thetis og boða frá, at e-coli bakteria var funnin í vatninum. E-coli er ein harðfør bakteria – ketilin skal kókast tvær ferðir við 5 min ímillum og um tú brúkar grýtu, skal spruttkóka í 1 min. Tað er ikki nóg mikið, at vatnið verður kóka í kaffimaskinu.

 

Kommunan arbeiðir við at finna útav hví skipanin ikki reinsar sum hon skal, menn frá veitaranum eru her og okkurt er longu gjørt, men vit kunnu onki siga um hvørt drekkivatnið er reint aftur, fyrr enn tað er kannað. Boða verður frá, tá reint er aftur.

Borgarstjórin.

/

English summery:

UPDATE: THE WATHER IS CLEAN

Tests taken, state that e-coli bacteria is found in the tab water. E-coli is a hardy bacterium – the kettle should boil twice with 5 min between and if you use a pot, splash boil for 1 min. It is not enough that the water is boiled in the coffee maker.

 

We will update, when the tests are clear

The Mayor