Búmerkið hjá felagnum
04. feb. 2026

Skráseting av oljutangum .

Minst til at kanna og skráseta tín oljutanga, tí frá fyrsta januar 2026 gerast fleiri ólógligir.

Kæru Borgarar

Skráset tín oljutanga og tak hann úr nýtslu rættstundis


11. september 2018 kom nýggj kunngerð í gildi fyri oljutangar.

Lógarbroytingin inniber, at tú skalt skráseta oljutangan og syrgja fyri at taka hann úr nýtslu, áðrenn hann gerst ov gamal, soleiðis at tú sleppur undan kostnaðarmiklari umhvørvisdálking og upprudding. 


Hevur tú ein gamlan oljutanga, sum er millum 20 og 50 ár, skalt tú sum borgari vera greiður yvir, at tangin er í vanda fyri at dálka bæði mold og vatn. Hendir hetta, kann tað gerast kostnaðarmikið, tí tryggingin tekur bara við, tá ið øll lógarkravd viðurskifti eru í lagi. Sum grundeigari hevur tú sostatt fulla ábyrgd fyri, at tangin er lógligur, og at hann ikki er í vanda fyri at dálka umhvørvið.

Ivast tú í framleiðsluárinum á tanganum, verður gingið eftir árstalinum, tá húsini vórðu bygd. Hækkar oljunýtslan munandi, skalt tú beinanvegin boða kommununi frá og orsøkin finnast. Harafturat skalt tú fylgja føstum mannagongdum, tá tú tekur tín gamla oljutanga úr nýtslu. Tú kanst lesa meira um reglurnar á hesari síðuni og í kunngerðini um fyribyrging av dálking frá oljutangum, sum tú finnur leinki til niðanfyri.

Lógarteksturin um oljutangar

Tú skrásetir og frámeldar oljutangan í skrásetingarskipan, kommunan hevur keypt til endamálið.

 

Trýst her, fyri at skráseta oljutangan