Jólaheilsan .
Kæru borgarar í Húsavíkar kommunu
Ein jólaheilsan og nakrir yvirskipaðir tankar frá borgarstjóranum, nú fyrsti fjórðingurin av setuni er farin.
Tann størsta avbjóðingin fyri meg persónliga, var sjálvsagt, at áðrenn eg var vald til borgarstjóra, hevði eg ongantíð verði við til ein kommunustýrisfund. Har var nógv at seta seg inní og tað skuldi ganga skjótt, tí almennu stovnarnir stóðu í kø, við boðum um øllum møguligum - frá skráseting av høsnarhúsum, til hoyringarskriv um linjuføring.
Við góðum vilja, samstarvi og góðum fólkum gongur alt og soleiðis var eisini hjá mær og okkum í stýrinum. Hóast ósamd um okkurt mál, alt annað vildi nú verði undarligt, hava vit í kommunustýrinum verði samd um tær stóru raðfestingarnar og nú fíggjarætlanin var samtykt, gleðist eg um, at øll hava sett sítt fingramerki á.
Tær stóru og fíggjarliga tungu íløgurnar eru m.a. bakkaverja í Húsavík, drekkivatn og asfaltering á Skarvanesi og í Dali mugu umfatandi broytingar gerast í mun til dren og yvirflatvatn. Hesin trupulleikin er allastaðnis í kommununi, men tað er serliga í Dali og á Skarvanesi, at trupulleikin er so mikið umfatandi, at talan er um størri verkætlanir.
Harumframt heldur kommunan fram at arbeiða við spillvatnætlanini sum er góðkend av umhvørvisstovuni.
Øll verandi samstørv halda fram og verða ment, samstundis sum vit skapa nýggj. Vit leggja í løtuni seinastu hond á samstarvsavtalu við Tórshavnar- og Sands sløkkilið – tann íløgan kostar kommununi uml 500.000 í íløgum í ár, og uml 70.000 í rakstri komandi árini. Hetta er ein neyðug íløga, til tess at trygga tilbúgvingina í Dalstunnlinum, sum kommunan hevur ábyrgdina av. Her er tað serliga tilbúgvingarnevndin sum hevur havt ein stóran leiklut í, at fáa hetta at bera til.
Í fleiri ár, hava Húsavíkar- og Sands kommuna, samstarva um dagstovna- og barnaskúlatilboð.
Hetta er eitt sera umfatandi samstarv, sum fungerar fyrimyndarligt og sum allir partar tykjast at verða sera glaðir fyri. Sands kommuna hevur bygt ein nýggjan og snotiligan barnagarð og vit gleða okkum øll til klárt er at flyta inn. Vit eru í tí lukkuligu støðu, at tað er vori ov trongligt í gomlu hølunum.
Arbeitt verður ið at menna hetta tilboð uppaftur meiri, og í løtuni er ynski, at hava eitt felags ungdómstilboð fyri øll børn og ung í allari oynni.
Samstarvið um Visit Sandoy heldur fram, og tað næsta sum skal gerast, er ein ferðavinnuætlan fyri Húsavíkar Kommunu. Tað er Visit Sandoy sum í samstarvið við lokal kemur at standa fyri hesum arbeiðinum.
Aftrat hesum verður arbeitt við samstarvsavtalu um rottutilbúgving við Sands og Skúvoyar kommunu – hóast av sera stórum umhvørvisligum týdningi, sæst hendan avtalan ikki aftur í fíggjarætlanini.
Í Sandoyar sýslu hava vit trí stór samstørv – skúlasambandi, barnarverndartænastuna og økistænasta.
Eldraøki er stútt og støðugt frammi í miðlunum og hvørjar avbjóðingar eru fyri framman – stýrið arbeiðir í løtuni við at framtíðartryggja øki, men enn fyriliggur ongin ítøkilig ætlan.
Skúlasambandi/Meginskúlin og øki rundanum er miðdepilin hjá okkara ungdómi. Sum tað minsta brúka okkara børn frá 6 – 9 flokk 1/3 av hvørjum gerandisdegi har og einasta ítróttarfelagi í oynni, B71 heldur til á økinum.
Skúlaskapur og ítróttur hongur í mínum hugaheimi náttúrliga saman. Kendi franski upplýsingarfilosoffurin Jean-Jacques Rousseau, faðirin at modernaðum pedagogikki, segði at vit skuldi menna og menta børnini so tey høvdu eina sunna “sál” í einum sunnum kroppi. Tí eiga vit, at hava stór mál og síggja øki við Meginskúlan, sum nakað nógv meiri enn ein vøll, eina høll og ein skúla. Heldur skulu vit síggja hetta sum ein menningar og trivnaðardepil fyri okkum øll í oynni. Til tað krevst, at tey sum virka har, bæði tey sum fáa løn og hópurin av frívilligum hjá B71, fáa bestu umstøður at virka undir.
Vøllurin er skiftur í ár, og komandi ár verður bygt eitt nýtt høli inni í sjálvum skúlanum, hetta er gleðiligt, men tað ynskiliga hevði verði ein heildarætlan fyri alt øki, sum ásetti raðfestingar fleiri ár fram.
Týdningurin av góðum samstørvum kann valla undirmetast og eg fari at takka hinum borgarstjórunum í sýsluni fyri sera gott samstarv hetta farna árið og eisini øllum borgarunum í kommununi, sum eg havi ringt til og spurt um hettar og hitt, tit vita hvørji tit eru, fari eg at takka so hjartalig.
Við ynskjum um eini gleðilig jól og eitt av harranum signa nýttár.
Borgarstjórin